[go: up one dir, main page]

Jump to content

Páskir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vit hátíðarhalda páskir til minnis um, at Jesus mátti líða og doyggja fyri okkara syndir.

Páskirnar eru størsta kristna hátíðin. Vit minnast Jesu deyða og uppreisn og siður hansara á deyða og á tí illa. Fyri tey kristnu er hetta gleðiboðskapurin um, at menniskjan nú hevur at­ gongd til Guds ríki í trúnni á Jesus. Paulus ápostul sigur, at um Jesus ikki var deyður, so var kristni boðskapurin syndarligur, og tá var trúgvin til fánýtis. Tað er ikki vist, at tey fyrstu kristnu hava hildið páskir. Seint í 3. øld varð semja gjørd um, at Jesus doyði langafríggjadag og reis upp sunnudag. Eftir kirkjufund í Nikea ár 325 varð tíðar­ bilið fyri páskirnar lagt. Halgidagarnir um páskirnar eru: Pálmasunnudagur, skírhósdagur, langifríggjadagur, páskadagur (páskasunnudagur) og 2. páskadagur. Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir: Triduum sanctum – tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum.

Bíbliunnar frásøgn um Jesu líðing, deyða og uppreisn hevur hugkveikt mong tónaskøld og sálmayrkjarar gjøgnum tíðirnar, klassisk og nútímans. Ofta verða ymisk tónaverk og sangverk framførd um páskirnar. Nevnast kann passiónstónleikurin í protestantisku kirkjuni, ið snýr seg um Jesu líðing. Kendasta klassiska tónaskaldið er Johann Sebastian Bach, ið hevur skrivað Matteus- og Jóhannes­passiónina. Tað verður hildið, at hann eisini hevur gjørt Lukas­passiónina og Markuspassiónina. Her fnna vit solistar, ið umboða Jesus, Judas, Pilatus og onn­ur kend nøvn. Einstøku partarnir eru knýttir saman við sálmum, ið undirstrika søgugongdina og samstundis knýta samband við protestantisku gudstænastuna.

Orðalýsing

[rætta | rætta wikitekst]

Páskir er kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú "gleðiligar páskir" og ikki "gleðilig páskir", "eg var og ferðaðist um páskirnar" og ikki "um páskini". Í norrønum máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk¬ir", t.e. "leygardagin fyri páskir". Á nútíðaríslendskum er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við kristindóminum. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla Testamentii er skrivað á, har tað æt pesach og merkti "at leypa um". Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp.

Jødiskir páskasiðir

[rætta | rætta wikitekst]

Jødar halda páskir til minnis um, tá ið ísraelsfólk sluppu út úr trælahaldinum í Egyptalandi. Jerúsalem í Ísrael var staðurin, har øll fóru á páskum, tí her stóð templ­ið. Tá ið tað var rivið niður, seinastu ferð ár 70 e.Kr., helt fólkastreymurin uppat, men enn er Jerúsalem staðurin, har nógvir jødar ferðast á páskum. Í tempultíðini ofraðu tey lomb á páskum. Í dag eta jødar páskamáltíð, har maturin hevur symbolskan týdning. 

Jødisku páskirnar stava frá tí ferðini, tá ið Gud bjargaði ísraels­ fólki undan teimum tíggju plágunum. Tá ið tíggjunda plágan skuldi koma, sigur Gud ísraelsfólki, hvussu tey skulu bera seg at, skal deyðseingilin ikki koma á gátt. Tað var blóðið av lambi, ið skuldi smyrjast um úthurðina, sum tekin fyri, at Gud vildi bjarga teimum. Hetta var ikki fremmant fyri teimum, tí vanligt var at ofra til Gud, at bøta um syndir, og tá varð blóð nýtt. Prestar tóku sær av hesum. Blóðið av lombum undan seyði ella geitum varð ofrað á altarinum í templinum. Fólk tóku deyða lambið, ið tey høvdu samsýnt fyri, heim við sær og mat­ gjørdu. Hetta var páskalambið, sum tey ótu á páskum. Jødar ferðaðust tríggjar ferðir um árið til Jerúsalem, tá ið templið stóð. Teir høvdu offurgávu við sær til prestarnar og templið.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið