[go: up one dir, main page]

Jump to content

Turkmenistan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
 Türkmenistan Jumhuriyäti
Flagg Turkmenistan
(Flagg Turkmenistan)
Skjaldarmerki Turkmenistan
(Skjaldarmerki Turkmenistan)
Tjóðarslagorð: (onki)
Tjóðsangur:
Alment mál  Turkmenskt
Høvuðsstaður Asjkhabad
Forseti Serdar Berdimuhamedow
'
Fullveldi Frá Sovjetsamveldinum 27. oktober 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
488.100 km²
4,9
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
6 700 000
13,7/km²
Gjaldoyra Turkmensk manat (TMM)
Tíðarøki UTC +5
Økisnavn á alnetinum .tm
Telefonkota +993

Turkmenistan er eitt lýðveldi í Asia. Næstan 90 % av Turkmenistan er í stóru oyðimørkini Karakum (Svartasandi). Hitin fer javnan upp um 50 °C. Fram við suðurendanum í oyðimørkini er fruktagóður geiri, har bøndurnir m.a. velta bummull til útflutnings. Eftir tað, at Turkmenistan gjørdist frælst ríki í 1991, er russiskt ikki longur alment mál, nú er tað turkmenskt, og islam er aftur høvuðsátrúnaður. Landið er fátækt og avbyrgt frá umheiminum, men har er ógvuliga nógv gass. Turkmenska fólkið er víða um í Miðasia, og mong teirra liva sum flakkfólk. Men í Turkmenistan hava mangir turkmenar sett seg niður og liva sum bøndur og rossaalarar. Teir fara javnan á rossauppboðssølur og keypa og selja dýr at selja í grannalondunum. Turkmenar eru gitnir fyri at ala góð kappríðingarross, til dømis akhal-teke, eitt rossaslag, sum stendur seg væl í oyðimarkarlendi.

Í 1948 oyðilegði harður jarðskjálvti lívliga handilsbýin Askjhabad. Býurin varð bygdur upp aftur av nýggjum og er nú høvuðsstaður í Turkmenistan. Askjhabad er miðdepil í matvøru-, silki-, knipplinga- og teppiídnaðinum í landinum. Longsta vatnveiting í heiminum er grivin eystan úr Amu-Darjaá og vestur til Asjkhabad, veitin er 1.100 km long. Karakumveitin verður eisini kallað "lívsins á", tí hon veitir vatn á stór turrlendi, har bummull og onnur grøði nú verður dyrkað.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið