[go: up one dir, main page]

Jump to content

Móritania

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
الجمهورية الإسلامية الموريتانية
Tað Islamska Lýðveldið Móritania
Flagg Móritania
(Flagg Móritania)
Skjaldarmerki Móritania
(Skjaldarmerki Móritania)
Tjóðarslagorð: "شرف إخاء عدل"
Tjóðsangur: "نشيد وطني موريتاني"
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Nouakchott
Forseti Mohamed Ould Ghazouani
Forsætisráðharri Mohamed Ould Bilal
Fullveldi 28. november 1960
(frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,030,700 km²
0.03 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
3 438 000
3.3/km²
Gjaldoyra Ouguiya (MRO)
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .mr
Telefonkota +222

Tað Islamska Lýðveldið Móritania (arábiskt لجمهورية الإسلامية الموريتانية) er eitt stórt land í Vesturafrika. Móritania er meiri enn tvær ferðir so stór sum Spania, men har búgva færri fólk enn í Madrid. Tað er tí eitt av strálbygdastu londunum í heiminum. Seinastu árini er nógv fólk flutt av bygd at arbeiða í býunum, og fólkatalið í høvuðsstaðnum Nouakchott er vaksið úr 20 000 upp í 900 000 síðan 1960.

Turkur er stórt vandamál í hesum parti í Vesturafrika.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Tveir triðingar av Móritania eru í Sahara, og bara lendið fram við Senegal er nýtiligt sum landbúnaðarjørð. Lendið har ímillum er oyðimarkarkent, nevnt Sahel, tað er beiti hjá flakkfólki. Her er javnan turkur, og jarðartýningin er stór og versnar alsamt, tí at fólkið høggur tey fáu trøini, ið eru, til brenni, og neytafylgini rótbíta, so at svørðurin losnar. Tí breiðir oyðimørkin seg skjótt suðureftir.

Námsvinna er týdningarmikil vinna, tí at nógv gull, fosfat, kopar og onnur steinsløg eru í Móritania. Fiskiskip úr øllum londum í heiminum fiska við strendurnar í Móritania, har nakrir av bestu fiskigrunnum í Vesturafrika eru. Ásett er við lóg, at allur fiskur, ið verður veiddur í móritanskum sjógvi, skal verða avreiddur og virkaður í Móritania, áðrenn hann verður fluttur út. Men framtíðarútlitini fyri fiskivinnuni eru óviss, tí at stór nóta- og trolskip trároyna fiskastovnarnar.

Máttmesta fólkið í landinum og tey, ið hava politiska valdið, eru arábisku mórarnir fyri norðan, men svarta fólkið fyri sunnan er hart ímóti at standa undir teimum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið