Vit søkja tænastu- og móttøkufólk 🛎️✨ Hevur tú ein sætta sans fyri at hjálpa øðrum og at veita eina góða tænastu? ☕ Ert tú smílandi við einum jaligum lyndi? So søk her 👇 https://lnkd.in/eEM9zs45
About us
Sansir is a dynamic company which provides innovative marketing and technology communications solutions. The ideas we create at Sansir are tailored to fit your needs and intended to work at every level of communication if required - from print media to the internet - from name creation to advertising campaigns.
- Website
-
http://www.sansir.fo
External link for Sansir
- Industry
- Advertising Services
- Company size
- 11-50 employees
- Headquarters
- Tórshavn
- Type
- Privately Held
- Founded
- 1997
Locations
-
Primary
Get directions
Smyrilsvegur 13
Tórshavn, FO-100, FO
Employees at Sansir
Updates
-
Vit hava ment nýggja heimasíðu og nethandil til Reyða Kross Føroya. Ein nútímans, brúkaravinarlig og atkomilig loysn, sum styrkir samskiftið og ger tað lættari at fáa innlit í tað týdningarmikla arbeiðið, ið verður gjørt hvønn dag ♥️ Hjartaliga tillukku við nýggju síðuni, Faroe Islands Red Cross 🥳 Vitja www.redcross.fo 👈🏼
-
-
Vit hava ment nýggja app📱 Vit eru errin av at hava ment nýggju appina, Legg av, í samstarvi við Heilsustýrið. Appin er til tín, ið ynskir at leggja av at roykja ella brúka nikotin. Við beinleiðis boðum og góðum ráðum stuðlar hon tær á leiðini, ger tíni framstig sjónlig og vísir, hvussu nógvar krónur tú sparir. Tak appina niður á www.leggav.fo ⬇️
-
-
Betri oyggjaleikir 2027 hava fingið eitt spennandi grafiskt konsept, eina brúkaravinaliga heimasíðu https://lnkd.in/er_i85MV og eitt átak, ið varpar ljós á, at íðkararnir hava brúk fyri tær til størsta ítróttartiltak í Føroyum nakrantíð.🩷💙 Les og síggj meira her: https://lnkd.in/e8zk6McS Ooog minst til at tekna teg sum sjálvboðin her 👉🏻 https://lnkd.in/ep7-kpsf
-
-
Á Seafood Expo Global 2026 í Barcelona er føroyski landabásurin sjónligari enn nakrantíð áður 🇫🇴 Aftur í ár hava vit á Sansum havt heiðurin at sniðgeva, byggja og seta upp landabásin. Hetta er ein uppgáva, vit eru sera errin av. Síðan 2009 hava vit savnað okkum drúgvar royndir og vitan, og arbeiða vit støðugt við at menna og góðskutryggja tilgongdina, so føroyska fiskivinnan fær bestu karmar at raðfesta altjóða samstarv á messuni. Úrslitið í ár er ein nútímans, sjónligur og innbjóðandi landabásur, sum endurspeglar styrkina og dygdina í føroysku fiskivinnuni. Samstundis er hann ein virkin pallur, har føroysku fyritøkurnar kunnu knýta sambond, vísa fram nýskapan og styrkja sítt altjóða netverk. Við sínum 428 fermetrum liggur básurin nú fremst í fyrstu høllini – beint har, sum øll ferðslan byrjar. Ein staðseting sum bert verður givin teimum, ið hava luttikið støðugt á messuni. Hetta gevur Føroyum eina serstakliga sterka støðu á einari av heimsins týdningarmestu fiskivinnumessum 🐟 Saman við Vinnuhúsið - House of Industry, sum samskipar føroysku luttøkuna, hava vit enn einaferð tryggjað, at føroyska vinnan stendur sterk og sjónlig á altjóða pallinum 🤝🏼
-
-
-
-
-
+10
-
-
Toymið hjá Sansum er nú komið til Barcelona, har fyrireikingarnar til Seafood Expo Global eru væl ávegis 🇪🇸 Aftur í ár hava vit ábyrgdina av føroyska landabásanum á SEG - alt frá sniðgeving og uppsetan, til samskipan og tænastuveiting fyri føroysku fyritøkurnar 🦺⚒️ Vit eru sera errin um hetta álitið og fara komandi dagarnir at tryggja, at alt spælir áðrenn samstarvsfelagir og viðskiftafólk okkara koma og messan byrjar týsmorgunin 🐟
-
-
Kyn hevði tørv á eini uppfrískan av sínum samleika – og einari heimasíðu, sum kundi bera teirra týdningarmikla arbeiði fram á ein greiðan og livandi hátt. So tað fingu tey. Krutl og grafitti á penalarhúsum og vesiveggjum – kenna vit tað ikki øll? Tá hugskotið fyrst var har, kom restin næstan av sær sjálvum ✍🏼 Úrslitið gjørdist ein samleiki, sum er lættur og stuttligur at arbeiða við, og sum gevur nógvar skapandi møguleikar. Hug at lesa meira um hetta avrikið? So trýst her👇🏼 https://lnkd.in/eryWXXaF
-
At lata upp fyri ungdóminum er ein íløga í framtíðina – fyri báðar partar 🤝🏼 í seinnu helvt av februar høvdu vit gleðina av at hava Melani úr 9. flokki í Hoyvíkar skúla í starvsvenjing í tvær vikur. Melani var røsk, ágrýtin og klár at taka lut í uppgávunum, og tað hava vit verið sera glað fyri. Hon royndi seg m.a. við at tekna sítt egna búmerki, sniðgav eitt innkeypsnet og eina plakat. Ongin ivi var í, at kreativu gávurnar vóru mangar ✍🏼 At lata ung fólk sleppa inn á arbeiðsplássið gevur teimum innlit í arbeiðslívið og er við til at styrkja um fatanina av vinnuni, tey hava áhuga í. Tað gevur eisini okkum møguleika fyri at deila royndir, læra av teirra sjónarmiðum og síggja arbeiðið við frískum eygnum. Tað er eitt gevandi samstarv, sum báðir partar fáa nakað burtur úr💡 Vit vilja tí takka hjartaliga fyri innsatsin og ynskja Melani alt tað besta víðari á leiðini ✨
-
-
-
-
-
+1
-
-
Eitt sterkt vørumerki er úrslit av miðvísari raðfesting hjá leiðsluni 💪🏻 Fríggjadagin vóru vit til áhugaverda tiltakið Føroya Bestu Vørumerki, sum brandr Føroyar skipaði fyri Við Tjarnir. Høvið var hjá øllum, ið starvast innan – ella hava áhuga í – branding, marknaðarføring, sølu og HR at hoyra fyrilestrar frá atjóða serfrøðingum 💭 Meinhard Mikladal frá Chelsea Football Club greiddi frá sínum royndum innan branding í ítróttarheiminum – og hvussu samanrenningin millum mentan, snið og ítróttina gongur uppí eina hægri eind ⚽ Síðani greiddi Dr. Thorlakur Karlsson frá brandr Iceland frá, hvussu neyv greining er ein fortreyt fyri menning av tínum vørumerki 📈 Til seinast greiddi Þorsteinn Þorsteinsson frá, hvussu Blue Car Rental gjøgnum menningina av einum sterkum vørumerki megnaði at yvirhála marknaðin ⚡ Umframt at Føroya Bestu Vørumerki 2025 vórðu kosin og heiðrað, var eisini eitt áhugavert sofaprát við Heini Kristiansen frá Bakkafrost, Rúni Djurhuus frá Wenzel, Rannvá Justinussen frá Betri P/F Trygging og Allan Dalsgarð frá brandr Føroyar, har kjakast varð um stóra týdningin av starvsfólkabranding. Vit á Sansum ynskja Føroya Bestu Vørumerki 2025 stórt til lukku; Navia, Atlantic Airways, GroAqua, Føroya Banki og Eivør! 👏 📸 Ólavur Frederiksen og Lucas Frayssinet
-
-
-
-
-
+7
-